Mentan

Amerikanskur rokkbólkur á Summar Festivalin

Steelheart bjóðar fangandi rockhitt, framfýsin gittarriff og framúr sangara

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-07-21 13:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Amerikanski rockbólkurin Steelheart fer at spæla á Summar Festivalinum í august. Bólkurin spælir klassiskan gittarrock og hevur hittað við sangum sum »I’ll Never Let You Go«, »She’s Gone« og »We All Die Young«.

Bólkurin hevur sín uppruna í Connecticut í USA, men tá ið tónleikararnir fluttu til Los Angeles, fingu teir plátusáttmála og góvu fyrstu plátuna út í 1990. Hon seldi til gull í USA, og tað er av hesari útgávu, at flestu av kendu sangunum hjá bólkinum eru. Bólkurin hevur havt sangir á Billboard hitlistum og hevur eisini hittað uttanfyri USA. Nógvir rockáhugaðir føroyingar munnu hava sæð videoløg hjá teimum á MTV.

Miljenko Matijevic, sum er tiltikin góður rocksangari, er oddamaður í Steelheart. Tá ið hann var seks ára gamal, flutti Miljenko saman við familjuni úr Kroatia til USA at búgva. Miljenko droymdi um at blíva rocksangari, og í 1980 fór hann upp í fyrsta bólkin. Miljenko Matijevic er kendur sum framúr sangari og kann veruliga fara á flog við røddini. Hann legði rødd til leiklutin hjá Mark Wahlberg í kenda filminum Rock Star, ið kom út í 2001, og onkur sangur úr filminum er við á setlistanum hjá Steelheart.

Steelheart bjóðar fangandi rocksangir, flottar balladur og nógv framfýsin gittarriff. Stutt sagt verður tað ein rockkonsert av góða, gamla slagnum, tá ið Steelheart fer at spæla á Vágsbø.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder