2024-06-21 07:30
            
        
        
                
            Í dag kemur eitt amerikanskt HC-130J-flogfar í Vágar, og í hesum sambandi hevur flogfarið fingið loyvi at flúgva lágt yvir Føroyum seinnapartin, boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá.
Talan er um eitt flogfar hjá New York National Guard, sum er serútgjørt til leiting og bjarging.
Flogfarið stendur í Vágum um vikuskiftið og fer avstað aftur sunnudagin.
                
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald