Uttanlands

Amerikanski løgmálaráðharrin leggur frá sær

William Barr tollaksmessudag, minni enn ein mánaða áðrenn stjórnin í Washington verður útskift

William Barr (Mynd: EPA)

William Barr (Mynd: EPA)

2020-12-15 08:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski løgmálaráðharrin, William Barr, leggur frá sær undan jólum. Tað upplýsir Donald Trump, forseti, á Twitter.

- Viðurskiftini okkara millum hava verið góð. Hann hevur gjørt eitt megnar arbeiði! Hann gevst beint fyri jól fyri at halda frí saman við familjuni, skrivar Donald Trump.

Tað verður Jeff Rosen, generalur, sum tekur yvir sum løgmálaráðharri frá 17. desember til forsetaskeiðið hjá Trump er av 20. januar.

Tíðindini komu eftir ein fund millum William Barr og Donald Trump, har løgmálaráðharrin legði fram frágreiðing hjá løgmálaráðnum um skuldsetingarnar um valsvik á forsetavalinum.

Í uppsøgn síni skrivar ráðharrin, at tað er avgerandi, at allir partar av stjórnini gera tað tey kunnu fyri at tryggja rættvísinum á valinum og at varðveita fólksins álit á valúrslitið.

William Barr hevur fyrr sagt, at løgmálaráðið ikki hevur funnið prógv um, at valsvik fór fram í so stóran mun, at tað kundi broytt valúrslitið. Henda útsøgn fekk Donald Trump at kalla ráðharran fyri eitt stórt vónbrot. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder