Innanlands

Amerikansk flotavitjan í Runavík

Destroyari á vitjan á Skálafjørðinum

(Mynd: Eyvind E. Joensen)

(Mynd: Eyvind E. Joensen)

2019-10-10 09:03 Author image
Ingi Samuelsen

Runavíkar havn hevur fingið herflotavitjan í dag.

Í morgun sást eitt grátt herflotaskip koma undan Eystnesi og stevna inn á Skálafjørðin.

Sum skilst er talan um amerikanska oyðaran USS Donald Cook, sum kemur á vitjan í Runavík. Hetta er fyrsta ferðin í heilt nógv ár, at føroysk havn hevur havt vitjan av amerikanskum herflotaskipi.

USS Donald Cook er av slagnum Arleigh Burke, og hoyrir heima á amerikansku flotastøðini í Rota í Spania. Skipið er ber navnið á einum amerikanskum flotahermanni, sum doyði í fangaskapi í Vietnam í 1967, bert 33 ára gamal.

USS Donald Cook er 154 metrar langur

 

placeholder
placeholder