Hósdagin 22. januar kl. 15.00 skipar Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri almennum hoyringsfundi um mannarættindi. Endamálið við hoyringini er, at áhugafelagsskapir og almenningurin fáa høvi at siga sína hugsan um mannarættindastøðuna í Føroyum.
Skipað verður fyri hoyringsfundinum, tí Føroyar saman við Danmark og Grønlandi síðst í januar lata Sameindu tjóðum ta fjórðu frágreiðingina um yvirskipaðu mannarættindastøðuna í Føroyum. Hetta er tann sokallaða UPR (Universal Periodic Review) frágreiðingin hjá danska kongsríkinum, sum føroyska frágreiðingin er partur av.
UPR er ein tilgongd, har Mannarættindaráð Sameindu tjóða (United Nations Human Rights Council) kannar mannarættindastøðuna í limalondunum og varpar ljós á tey viðurskifti, ið londini kundu bøtt um. Endamálið er at royna at virka fyri, at londini veita sínum borgarum ásettu mannarættindini, bæði í lóg og í verki.
Sum liður í hesi tilgongd skulu ST-limalond lata Mannarættindaráðnum frágreiðing um mannarættindastøðuna í landinum umleið fimta hvørt ár. Í mun til aðrar frágreiðingar til ST, sum taka útgangsstøði í einum einstøkum mannarættindasáttmála, fevnir hendan frágreiðingin um allar ST-mannarættindasáttmálarnar.
Ein partur av tilgongdini at skriva føroysku frágreiðingina er at hava ein almennan hoyringsfund, har borgarar og áhugafelagsskapir fáa høvi at koma við egnari meting av mannarættindastøðuni í Føroyum.
Almenni hoyringsfundurin verður á Hotel Hilton hósdagin 22. januar kl. 15.00-17.30. Atgongd er fyri koyristól. Er tørvur á teknmáls- ella skrivitulki, kunnu fólk venda sær til Duritu L. Jóansdóttir á [email protected] og tel. 551008.
Skráin fyri fundin verður hendan:
Vælkomin
Uttanríkistænastan bjóðar vælkomin.
Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, heldur røðu.
Framløgur
Amnesty International Føroyar greiðir frá mannarættindastøðuni í heiminum, hvussu felagsskapurin arbeiðir og metir um mannarættindastøðuna í Føroyum.
MEGD greiðir frá, hvussu Brekrættindasáttmálin kann nýtast sum amboð til at styrkja vælferðarsamfelagið, og hvussu munagott samstarv kann vera við til at fremja rættindi í verki.
Nýggja Brekumboðið greiðir frá um sínar ætlanir og raðfestingar í mun til rættindi hjá persónum, ið bera brek.
Stuttur steðgur
Framløga og hoyring
Barnabati greiðir frá arbeiðinum í mun til Barnarættindasáttmálan.
Orðið er frítt hjá áhugafelagsskapum og almenninginum at siga sína hugsan um mannarættindastøðuna í Føroyum.
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald