Innanlands

Álendski mentamálaráðharrin á vitjan

Á middegi í dag kom álendski mentamálaráðharrin, Tony Asumaa, til landið

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og álendski mentamálaráðharrin, Tony Asumaa

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og álendski mentamálaráðharrin, Tony Asumaa

2018-09-03 17:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á middegi í dag kom álendski mentamálaráðharrin, Tony Asumaa, til landið.

Hann er komin á almenna vitjan hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, fyri at kunna seg um føroyska mentanarøkið.

Í dag hevur hann verið og vitjað Glasir og Kringvarpið, og Rigmor Dam hevur greitt honum frá føroyska mentanarøkinum í síni heild, umframt at hann hevur luttikið á einum fundi um føroysku UNESCO-luttøkuna.

Í morgin vitjar álendski mentamálaráðharrin í Norðurlandahúsinum, á Tjóðsavninum og á Fróðskaparsetrinum, har hann millum annað eisini skal hitta umboð fyri granskingarráðið. Seinnapartin í morgin fer hann á eina útferð.

- Føroyar og Áland hava nógvar av teimum somu avbjóðingunum - men vit hava eisini nógvar av teimum somu møguleikunum, sigur Tony Asumaa og vísir á, at Áland eins og Føroyar hevur stórt sjálvræði.

Í Álandi kenna tey somuleiðis alt til trupulleikan av at missa ungfólk til onnur lond.

- Okkara ungu lesa víðari í Svøríki og Finnlandi, tí okkara útbúgvingarskipan gongur bara upp til bachelor. Tí er tað sera áhugavert fyri meg at síggja, hvussu nógv tit megna at skapa í Føroyum, bæði við hægri útbúgvingum og við møguleikunum til dømis á Glasi, sigur Tony Asumaa.

Hann heldur, at Føroyar eru eitt sera áhugavert undangonguland fyri smærri tjóðir sum Áland, tí møguleikarnir her - á øllum økjum - eru so sera stórir í mun til lága fólkatalið.

- Nógv av tí, sum eg síggi í Føroyum, eru loysnir, sum vit eisini hava tosað um í Álandi, men tað sær út til, at tit eru betri til at umseta hugskot til veruleika og skapa møguleikar fyri fólkið, sigur hann.

Tony Asumaa fer avstað aftur mikudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder