Týsdagin 7. juli verður forvitnisligt konsert í konserthøllin Hátún á Tórshavnar Musikkskúla.
Tað er tónleikabólkurin Aldubáran, ið fær vitjan av tónaskøldum úr New York, ið nevna seg Violet Composer’s Collective. Ein felagsskapur av ungum tónaskøldum, ið hava skrivað seks nýggj tónaverk til føroyska úrmælingabólkin at spæla á fyrsta sinni í Føroyum í samband við Summartónar 2026.
Samstarvið er komið í lag við føroyska tónaskaldinum Eli Tausen á Lava, ið eisini er limur í hesum felagsskapi.
Aldubáran og Eli hava mangan samstarvað og hava tónleikararnir í Aldubáruni, bæði sum einstaklingar og í bólkum, spælt hansara tónleik. Í 2023 skipaði Aldubáran fyri vælfagnaði portrett-konsert við tónleiki hjá Eli. Onnur orkestur hava nú fingið eyguni upp fyri Eli, og er hann nú tilnevndur Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Temað á samstarvinum millum Aldubáruna og Violet Composers’ Collective er, “Satellite” ella “Fylgisveinur”. Á føroyskum fær heitið Aldubáran okkum at hugsa um havið.
Aldubáran merkir ein lítil alda, ið brýtur. Aldubáran sipar eisini til stjørnuna Aldebaran, hvørs navn er arabiskt og merkir “Fylgisveinur”. Hetta skapar hugasambond við satellittar – bæði natúrligar og menniskjaskaptar, við stjørnur, planetir, mánar og eisini við lærusveinar.
Við hesum í huga, hava limir í Violet Composers’ Collective skrivað seks spildurnýggj verk til Aldubáruna. Hvørt verk viðger temaið “Satellite” á sín einstaka hátt, við so ymiskum útgangsstøðum sum ein mynd hjá NASA, ein søgulig UFO hending og Keplers “Harmonices Mundi”.
- Aldubáran hevur í meiri enn 30 ár virkað sum drívmegi innan føroyskan tónleik, har ið mong tiltøk hava verið framd. Vit kunnu nevna opera, samstarv við fólkatónleikaran Hanus G. Johansen, sáli, hundraðtals frumframførslur av føroyskum tónleiki, barna- og skúlakonsertir við tónleiki til myndabøkurnar hjá Edward Fuglø, alskyns útgávur á fløgu, skeiðsvirksemi og luttøku á flestøllum Summartónum, ið hava verið. Eisini vanligi klassiski tónleikurin hevur verið spældur og stórverk eftir Bach, Schubert, Beethoven, Martinu og Schönberg kunnu nevnast. Umframt hetta, so hava tónleikararnir í Aldubáruni spælt og virkað uttanlands umboðandi tað besta, ið blómandi føroyska tónleikalívið hevur at bjóða.
- Violet Composers’ Collective varð stovnað í New York í august 2024. Tónaskøldini hittist undir masterlesnaðinum á New York University, har tey nýtti høvið at samstarva. Eftir loknan lesnað, gjørdu tey av at halda áfram við samstarvinum, har tey stuðla hvørjum øðrum listarliga, og skipa fyri samstørvum við tónleikarar og orkestur.
Tónaskøldini eru: Hyojin Kwak, Jake Miles, Rafailia Bampasidou, Nathan Whetsell, Liam Whalen og Eli Tausen á Lava.
Tónleikararnir í Aldubáruni eru hesaferð: Andrea Heindriksdottir, floyta, Daniel Rye, klarinett, Páll Sólstein, horn, Jón Festirstein, Sámal Petersen, violin, Angelika Hansen, viola, Andreas T. Restorff, sello, Andrias V. Poulsen, kontrabass, Aksel D. Remmel, klaver, Dávur Birgisson og Ólavur Jakobsen, gittar – Bernharður Wilkinson stjórnar.
Konsertin er ókeypis og verður týsdagin 7. juli klokkan 19.30 í Hátún á Landavegi 84 í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald