Mentan

Alan Walker ætlar at njóta Føroyar

Norska superstjørnan er komin til Føroya í góðari tíð

Alan Walker triðuttast til høgru (Mynd: Summar Festivalurin)

Alan Walker triðuttast til høgru (Mynd: Summar Festivalurin)

2022-08-02 17:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrr í dag komu Alan Walker og hansara fólk til Føroya við flogfari hjá Atlantsflogi.

Heimskendi DJ’in og framleiðarin er høvuðsnavn á Summar Festivalinum, og hann hevur framførslu á Vágsbø hóskvøldið.

Hann er komin í góðari tíð til Føroya fyri at kunna uppliva eitt sindur av landinum. Hann sigur seg hava hoyrt nógv gott um Føroyar – eitt nú frá svensku poppstjørnuni Zaru Larsson, sum spældi á Summar Festivalinum í 2018.

– Eg eri sera spentur um at vera her í Føroyum fyri fyrstu ferð. Eg havi í longri tíð ynskt mær at koma til Føroya, og at eg eri í hesum vakra og stórfingna landi fer at gera mína framførslu hóskvøldið til nakað heilt serligt, sigur Alan Walker.

Hann er eitt av størstu poppnøvnunum, sum hava vitjað í Føroyum. Hann hevur havt fleiri risahitt seinnu árini, og hann framførir á stórum festivalum og tiltøkum kring allan heimin. Fyri fáum døgum síðani hevði hann eina fantastiska framførslu á risastóra elektroniska festivalinum Tomorrowland.

Nú sleppa føroyingar so at uppliva norsku superstjørnuna fyri fyrstu ferð, og tað kann vera at fólk fara at hitta fryntliga norðmannin onkra staðni her í Føroyum næstu tveir dagarnar.

Alan Walker spælir á Vágsbø í Klaksvík hóskvøldið klokkan 23.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder