Innanlands

Aksel: Formansskiftið í Fólkaflokkinum broytir ikki okkara avgerð

Tað snýr seg ikki um persónar men um politikk, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum, sum framvegis ikki ætlar sær í samgongu við Fólkaflokkin

At Jørgen Niclasen ikki longur er formaður í Fólkaflokkinum broytir ikki avgerðina hjá Javnaðarflokkinum um ikki at skipa samgongu millum flokkarnar, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum her sæst í tinginum saman við fyrrverandi formanninum í Fólkaflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-19 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri tíggju árum síðani gjørdi Javnaðarflokkurin av, at hann ikki ætlaði sær í samgongu við Fólkaflokkin, og tann støðan er ikki broytt, hóast Fólkaflokkurin nú hevur fingið nýggjan formann.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum. Í innslagi í Degi og Viku greiðir hann frá, at tað ikki snýr seg um persónar men um politikk.

– Mann skyldar veljaranum at vera erligur, og tá mann stendur fyri einum ella øðrum sum flokkur, má mann aftaná valið útføra tað, og tað er trupult hjá Javnaðarflokkinum at gera tað í einari samgongu við Fólkaflokkin, tí tað er so langt ímillum flokkarnar, sigur hann.

Sí innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder