Innanlands

Áheitan til øll ferðafólk: Nýt masku og hald galdandi tilmæli

Nú vandi er fyri vaksandi koronatilburðum, verða øll biðin um at verða eyka varin, bæði umborð á ferjum og bussum hjá Strandferðsluni. Frástøða skal haldast millum ferða- og starvsfólk, og eitt serligt økið er tilskilað umborð á Smyrli, til tey sum skulu í heimauppihald

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-12-15 20:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú vandi er fyri vaksandi korona-tilburðum, verða øll biðin um at verða eyka varin, bæði umborð á ferjum og bussum hjá Strandferðsluni.

Nýtið masku, tá ið tit ferðast við Strandferðsluni

- Heitt verður á øll ferðandi um at nýta masku umborð á øllum bussum og skipum. Maska skal helst nýtast tá farið verður umborð, í land og so leingi sum tú ert í samband við onnur ferðafólk og starvsfólk.

- Tó kanst tú taka maskuna av, tá ið tú situr niðri og etur og drekkur, ella meðan tú ert í tínum egna akfari.

- Maskur kunnu keypast umborð á Strandfaraskipum og bussum.

Frástøða millum ferðafólk og starvsfólk

- Heitt verður á ferðafólk, um at halda neyðuga frástøðu frá øðrum ferðandi og starvsfólki.

- Ferðafólk hava ikki atgongd til starvsfólkaøki, so sum messu, stýrhús o.s.fr. Vinaliga virðið hetta, tí smitta millum manningina á okkara skipum og bussum, kann fáa stórar avleiðingar fyri okkara virksemi og tænastu.

Kemur tú heim frá útlondum og skalt til Suðuroy

Um tú er komin heim úr útlondum og skal í heimauppihald, er tilskilað serligt økið umborð á Smyrli. Sóttarhaldsøkið er á dekk 6 í stýriborð (Beinisvørð).

- Ferðandi verða her biðin um at sita niðri allan túrin og ikki at blanda seg saman við vanligu ferðafólkunum. Manningin kann hjálpa til við at keypa ferðaseðil v.m.

- Vesi er á dekk 6, sum bert verður nýtt til sóttarhaldsøkið.

Spyr ein av manningini, um tú hevur tørv á nærri vegleiðing.Minst til at halda reinføri og frástøðu

  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
  • Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
  • Einki kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á koronasmittu.

Strandferðaskip Landsins





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder