Innanlands

Afturkalling av kikkertrum frá Urtekram

Vandi er fyri, at klukkur eru í vøruni, og tí eiga fólk, sum eiga hesa vøruna at lata hana inn aftur ella at beina hana burtur

Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan

2019-11-15 15:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkan Midsona Danmark A/S afturkallar kikkertrar frá Urtekram, sum eisini eru seldar í Føroyum.

Orsøkin er, at vandi er fyri, at klukkur eru í vøruni.

Talan er um pakkar á 400 gram, sum eru best fyri 01/10/2020 og 21/10/2020. Strikukotan er 5765228106037.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk, sum eiga hesa vøruna, um at lata hana inn aftar har hon er keypt ella at beina hana burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder