Innanlands

Afturkalling av instant nudlum

Ov høgt innihald av týningarevninum ethylenoxid er í vøruni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

2022-06-04 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heuschen & Schrouff afturkallar Instant nudlur av merkinum Lucky Me, sum eru seldar í føroyskum matstovum.

Orsøkin til afturkallingina er, at kanningar hava víst ov høgt innihald av ethylenoxid. Tað er eitt týningarevni, sum kann vera krabbameinselvandi, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Vørurnar eiga at verða latnar aftur, har tær eru keyptar, ella beindar burtur.

Talan er um hesa vøru:

Lucky me Instant nudlur pancit canton chilli
Nettovekt: 24x60 g
Best fyri: 27/7-2022
Item No: 03594

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder