Innanlands

Afturkalla vistfrøðilig tortillawraps

Vandi er fyri, at hýggj er í vøruni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

2022-09-29 16:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Coop Danmark A/S afturkallar vistfrøðilig tortilla wraps, sum eisini eru seld í føroyskum handlum.

Vandi er fyri, at hýggj er í vøruni, og hýggjvøkstur ger, at vøran ikki er egnað til matna, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Vørurnar eiga at verða lætnar aftur, haðani tær eru keyptar ella beindar burtur.

Talan er um hesa vøru:

ØKO ÄNGLEMARK TORTILLA WRAP WHEAT
Nettovekt: 240 g
Best fyri: 31-10-2022 og 13-12-2022
EAN-strikukota 7340011456551

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder