Innanlands

Afturkalla vistfrøðilig tortilla kips

Orsøkin er møgulig krossdálkan við evnunum atropin og scopolamin, sum kunnu geva sjúkueyðkenni sum sjónsórógv, órógv í hjartarútmu, og turran munn

(Mynd: Visualhunt.com)

(Mynd: Visualhunt.com)

2022-07-28 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

PAULIG, Santa Maria A/S afturkallar vistfrøðilig tortilla kips orsakað av møguligari krossdálkan við evnunum atropin og scopolamin í vøruni.

Atropin og scopolamin eru evni, ið finnast í plantum, ið vanliga vaksa ímillum maisplantur. Undir heystan kunnu fræ við hesum kemisku evnum av misgávum blandað uppí maisið til tortilla kips.

Um tú etur hesi kips, kunnu evnini atropin og scopolamin geva sjúkueyðkenni sum sjónsórógv, órógv í hjartarútmu, og turran munn. Mælt verður til at venda sær til lækna, um tú hevur slík sjúkutekin, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

DTU Fødevareinstituttet metir, at vaksin í mesta lagi kunnu eta eina portión á 22 g og børn 8 gram, mett útfrá hægsta innihaldi av atropin og scopolamin.

Vørurnar, sum eru seldar í føroyskum handlum, eiga at verða burturbeindar ella latnar innaftur, har tær eru keyptar.

Talan er um hesa vøru:

Santa Maria Tortilla Chips Organic, 125 gr. (saltaði)
Nettovekt: 125 g
Best fyri: 30.03.2023 ella fyrr

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder