Afturkalla tortilla-kips frá Coop

Vandi fyri vandamiklum evnum í vøruni

2022-08-02 10:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar móti eini røð av tortilla-kipsum frá donsku handilsketuni Coop.

Coop Danmark er ein av innkeypsketunum, sum føroysku FK-handlarnir brúka. Heilsufrøðiliga Starvsstovan upplýsir ikki hvørjir handlar hava selt vøruna, ið kann vera vandamikil, men sigur bert, at hon er seld í føroyskum handlum.

Í donsku afturkallingini frá Levnedmiddelstyrelsen verða handilsketurnar nevndar har, og tað er bara handlar undir Coop, so sum Dagli’Brugsen, Krickly, Fakta og Irma, so helst eru vørurnar seldar í FK-handlunum í Føroyum.

Talan er um hesi sløg av tortilla-kips. Í øllum vørum er talan um vørur á nettovekt 125 gramm:

ØKO Irmas Hverdag Tortilla Chili. EAN: 5718140452270. Best áðrenn 01/01/2023 ella fyrr.

ØKO Irmas Hverdag Tortilla Salt. EAN: 5718140452331. Best áðrenn 29/12/2022 ella fyrr.

ØKO Änglamark Tortilla Chili. EAN: 7340011450962. Best áðrenn 02/12/2022 ella fyrr.

ØKO Änglamark Tortilla Salt. EAN: 7340011450955. Best áðrenn 29/12/2022 ella fyrr.

ØKO 365 Økologi Tortilla Chips Chili. EAN: 7340011462811. Best áðrenn 01/01/2023 ella fyrr.

ØKO 365 Tortilla Chips Salt. EAN: 7340011462828. Best áðrenn 29/12/2022 ella fyrr.

Natúrlig eiturevni kunnu blandast í vøruna

Orsøkin til afturkallingina er, at evnini antropin og scopolamin kunnu vera í vøruni. Atropin og scopolamin eru evni, ið finnast í plantum, ið vanliga vaksa ímillum maisplantur. Undir heystan kunnu fræ við hesum kemisku evnum av misgáum blandast upp í maisið til tortilla kips

- Um tú etur hesi kips, kunnu evnini atropin og scopolamin geva sjúkueyðkenni, sum sjónsórógv, órógv í hjartarútmu og turran munn. Mælt verður til at venda sær til lækna, um tú hevur slík sjúkutekin. Fødevareinstituttet metir, at vaksin í mesta lagi kunnu eta eina portión á 22 gramm og børn 8 gramm, mett útfrá hægsta innihaldi av atropin og scopolamin, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum mælir til at beina hesar vørur burtur, ella lata tær aftur til handlarnar, har tær eru keyptar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder