Innanlands

Aftur grindaboð í Norðoyggjum

Ein grind, sum seinnapartin varð funnin eystanfyri Svínoynna, er rikin inn á Hvannasund, har hon verður hildin til um eina løtu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-01 18:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var klokkan 16:24 at fyrstu boðini komu um, at ein grind var stødd eystanfyri Svínoynna. Strandfaraskipið Ritan og ein bátur nærhendis boðaðu frá grindini.

Bátar komu skjótt á staðið, og rakstur fekst á grindina. Nú, góðar tveir tímar seinni, er grindin rikin á Hvanansund, og verður helst hildin til hvørja løtu.

Boðað var frá stórari grind, men tað vísir seg nú, at hon er rættiliga lítil, upplýsir sýslumaðurin Jens Jensen.

Summir halda hana liggja um 50 hval.

Dagføring 19:23: Norðlýsið skrivar, at grindin er hildin til, og taldi einar 35 hvalir. Drápið gekk væl. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder