Uttanlands

Afganistan: Taliban stongt útvarpsstøð fyri kvinnur

Sadai Banowan, sum fór í luftina fyri tíggju árum síðani, varð í vikuni stongd av Taliban-stýrinum

(Mynd: AP)

(Mynd: AP)

2023-04-02 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Taliban-stýrið í Afganistan hevur stongt eina útvarpsstøð fyri kvinnur í landslutinum Badakhshan í norðara parti av landinum.

Talan er um eina "óneyðuga samansvørjing", sigur Najia Sorosh, sum hevur staðið á odda fyri støðini Sadai Banowan, tí allar lógir og reglur eru fylgdar.

Sadai Banowan merkir kvinnurøddin, og er einasta útvarpsstøð í Afganistan, sum er rikin av kvinnum. Hon fór í luftina fyri tíggju árum síðani. Átta fólk starvaðust á útvarpsstøðini, harav seks kvinnur.

Taliban-stýrið vil vera við, at Sadai Banowan hevur brotið lógina við at spæla tónleik undir ramadan, men tað passar ikki, sigur Najia Sorosh.

Um tey á útvarpsstøðini lova, at tey ikki gera ímóti reglunum aftur, kann hon fáa loyvi at lata uppaftur, sigur Moezuddin Ahmadi, stjóri fyri kunning og mentan í økinum.

Síðan Taliban tók valdið aftur í Afganistan í august 2021, hevur nýggja stýrið sett í gildi fleiri avmarkingar fyri pressu- og talufrælsi, og hava nógvir journalistar mist arbeiðið seinasta hálvtannað árið.

Journalistar, sum ikki hava rættað sær eftir nýggju lógunum, eru handtiknir, og fleiri miðlar hava eisini verið noyddir at lata aftur orsakað av pengatroti, ella tí starvsfólkini eru farin av landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder