Innanlands

Ælabogaøl til Faroe Pride

Ælabogaølin, sum Okkara ger, verður bryggjað serliga til Faroe Pride og fæst í avmarkari nøgd til Pride Afterparty

2019-07-24 21:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við Faroe Pride 27. juli hevur Okkara framleitt eina serliga ælabogaøl. Ælabogaølin verður bryggjað serliga til Faroe Pride og fæst í avmarkari nøgd til Pride Afterparty í Sirkus.

- Fleiri hava spurt eftir eini ælabogaøl í Føroyum seinastu árini, nú tað er vorðið alsamt meira vanligt, at altjóða bryggjaríir framleiða eina serliga ælabogaøl til Pride tiltøk í lokalu umhvørvunum. Hesar hava eisini verið innfluttar til Føroyar, men nú hevur Okkara avgjørt sjálvt at framleiða eina serliga føroyska Pride øl, sigur Petur Petersen, stjóri hjá Okkara. 

Í ár eru somuleiðis 50 ár liðin síðan altjóða LGBT rørslan sá dagins ljós í sambandi við Stonewall uppreisturin í New York. Hetta førdi við sær, at fyrsta veruliga Pride skrúðgongan varð hildin árið eftir. Í ár verður Pride hildið fyri 10. ferð í Føroyum. Hetta vil Okkara fegin fagna við at framleiða ælabogaølina, sum er bryggjað í avmarkari nøgd og í fyrsta umfari bert verður at fáa til keyps í Sirkus tann 27. juli - og so leingi ølin er á goymslu.

- Okkara er veruliga vorðin ein fólkslig øl, har føroyingurin skal kenna seg aftur, og pláss skal vera fyri øllum. Tí framleiða vit ymsar øl til serlig føroysk tiltøk, ið savna øll sløg av føroyingum saman, eitt nú gera vit G! øl, cider til Voxbotn og nú ælabogaøl til Faroe Pride, sigur Petur Petersen.

Sølustjórin leggur afturat, at nýggja ælabogaølin er ein lættur og frískligur pilsnari við styrkini 4,6%, sum lættliga kann njótast til pride’ina, á ólavsøku og í føroyska summarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder