Innanlands

Aðalfundur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag verður komandi vikuskifti

Á skránni verða m.a. tvær framløgur um, hvussu samfelagið kann gerast meiri sjálvveitandi

Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum, fer at hugleiða um Føroyar, nú flog-støðgur er

Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum, fer at hugleiða um Føroyar, nú flog-støðgur er

2020-05-09 09:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 16. mai verður aðalfundur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Tvær framløgur um, hvussu samfelagið kann gerast meiri sjálvveitandi, vera á skránni. Hareftir verður skrá sambært lógum felagsins.

Steðgur í flogferðslu – hvat so?

Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum, fer at hugleiða um Føroyar, nú flog-støðgur er.

Elisabeth Skarðhamar Olsen, ph.d. lesandi, fer at hava framløgu um týdningin av matsjálvbjargni og búskaparrelatiónum.

Aðalfundurin verður kl. 17 í Havstovuni, Nóatúni 1.

Av tí at fleiri enn 50 fólk ikki fáa samlast fyri tíðina, er neyðugt við tilmelding til aðalfundin. Fyrilestrarnir verða stroymdir, og lýst verður nærri við hesum seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder