Uttanlands

Abdel al-Burhan: Ætli ikki at stilla upp til forsetaval í Sudan

Tá skiftistíðin er liðin, og val verður hildið í Sudan, er arbeiði hansara liðugt, sigur generalurin

Fólk mótmæla í Khartoum (Mynd: EPA)

Fólk mótmæla í Khartoum (Mynd: EPA)

2021-12-04 16:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Abdel Fattah al-Burhan, generalur, sum stendur á odda fyri stjórnarráðnum í Sudan, ætlar sær ikki at stilla upp til forsetavalið, tá tað verður. Heldur ikki, hóast heitt verður á hann um at gera tað.

Tað segði hann við sjónvarpssrásina al-Arabiya í gjár.

Generalurin sigur, at hansara arbeiði er liðugt, tá skiftistíðin er liðin, og val eftir ætlan verður hildið. Stjórnarráðið fer at seta eina valnevnd á stovn, sigur hann.

Abdel Fattah al-Burhan stóð eisini á odda fyri hernaðarkvettinum, sum í oktober koyrdi sivilu skiftisstjórnina frá, men í november gjørdi stýri hansara eina avtalu við frákoyrda forsætisráðharran, Abdalla Hamdok, og síðani varð Hamdok aftur í ráðharrasessinum.

Sudan hevur síðan 2019 verið stýrt av einari skiftissstjórn við bæði hernaðarfólki og sivilfólki. Herurin og sivilbólkar avtalaðu at deilast um valdið, eftir at fyrrverandi leiðarin, Omar al-Bashir varð koyrdur frá fyri tveimum árum síðani.

Avtalan innibar, at tað seinni skuldi skipast fyri einum fríum, demokratiskum vali. Men kortini tók herurin valdið 25. oktober. Hetta var fyri at forða fyri einum brogarakríggi, segði Burhan generalur, sum eisini lovaði, at tað seinni skuldi skipast fyri einum veruligum vali. Í kjalarvørrinum á kvettinum varð skipað fyri stórum mótmælum í Sudan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder