Innanlands

Á barr sunnunáttina og staðfestur positivur í gjár

Nógv eru farin í sóttarhald, og langar bíðirøðir til at lata seg kanna hava verið í Klaksvík í dag

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2020-10-16 21:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein tilburður var staðfestur í Klaksvík í gjár, og tað hevur havt við sær langar bíðirøðir til koronakanningar í dag.

Viðkomandi, sum í gjár varð staðfestur positivur var á skeinkistaðnum Jacqson, sum á seinasta sinni hevði opið leygarkvøldið.

Nógv fólk høvdu leitað sær oman til endabrestin á væl umtøktu barrini í fiskivinnuhøvuðsstaðnum. Løgreglan upplýsir fyri Kringvarpinum í dag, at eini 250 fólk vóru inni, og áleið tað sama uttanfyri skeinkistaðið.

Jacqson lat aftur klokkan 3 um náttina.

35 fólk afturat eru farin í sóttarhald, og samlaða talið av fólki í Føroyum, sum eru í sóttarhaldi er 80.

Viðkomandi, sum er smittaður í gjár var júst komin heim úr útlondunum.

Í Klaksvík eru tey annars sloppin væl undan covid-19 í hesum seinna umfarinum. Síðani 1. juli eru bara fýra tilburðir staðfestir í Norðoyggjum.

11 fólk eru staðfest positiv við covid-19 í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder