90 ár og "still going strong"

Hóast Olaf Haldansen í Vestmanna hevur havt álvarslig bakkøst í lívinum, so hvílir hann í sær sjálvum. Hann bygdi sær verkstað, tá ið hann var 78 ára gamal. Í dag er hann 90 ár og arbeiðir við sama lag

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-04 08:02 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Um dagarnar støkk eg inn á gólvið á verkstaðnum Olafi Haldansen í Vestmanna. Tað er stutt síðani, at eg einki visti um hendan vestmenningin, men nøkur ár herfyri hoyrdi eg hann fyrstu ferð nevndan. Tað var ein dagin eg fyrstu ferð kom inn í eini hús og noyddist at spyrja, hvør hevði gjørt snikkaraar­beið­ið. Tað var so snøgt, at tann, sum ikki hevur skil fyri slíkum, dugir ikki at seta orð á upplivingina, men er bara bergtikin og undrast...

Svarið var Olaf Haldansen í Vestmanna. Maðurin fylti 90 ár í desembur og er still going strong. Tá ið eg komi inn á verkstaðið, síggi eg beint á hann. Hann situr í einum króki beint framman fyri altan­hurð­ini, haðani hann hevur vítt og frítt útsýni inn á Fjørð. Eg leggi til merkis kaffikrússið, pípuna og hattin – og radio er for frá við við tónleiki, sum Olaf valla hevur valt sjálvur.

Øll greinin um Olaf Haldansen í Vestmanna kann lesast í Blaðnum Vikuskifti ókeypis her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder