Innanlands

80 prosent fleiri umbønir um mat- og klædnahjálp í ár

Hetta er samanborið við fyrra hálvár í fjør. Reyði Krossur Føroya boðar frá, at tveir triðingar av umbønunum koma frá húsarhaldum við einum uppihaldara, og í ár eru lutfalsliga fleiri, sum "einans" biðja um mat

2022-08-24 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani 2016 hevur Reyði Krossur bjóðað fíggjarliga sperdum familjum í Føroyum ókeypis barnaklæðir, og síðani 2020 hevur eisini borið til at fáa ókeypis mat.

Reyði Krossur Føroya boðar í dag frá, at sambært teirra tølum er tørvurin á bæði mat- og klædnahjálp týðiliga øktur hetta seinasta árið.

Tilsamans eru 80 prosent fleiri umbønir um mat- og klædnahjálp móttiknar fyrsta hálva árið í 2022, samanborið við í fyrra hálvaár í fjør, 2021.

Tveir triðingar av umbønunum um mat- og klædnahjálp koma frá húsarhaldum við einum uppihaldara.

- Vit hava eisini sæð, at í 2022 eru lutfalsliga fleiri, sum einans biðja um mat, í mun til undanfarin ár, harímillum bæði pensjonistar og barnafamiljur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder