Innanlands

80 føroyingar fingið staðfest koronavirus

Hetta er samanlagda talið, eftir at átta tilburðir eru skrásettir seinasta samdøgrið

2020-03-20 07:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nú í alt 80 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Tað upplýsir Landslæknin í morgun.

Harvið eru 8 nyggir tilburðir staðfestir síðani í gjáramorgunin. Mikudagin vóru 14 nýggir tilburðir.

1641 kanningar eru gjørdar samanlagt, skrivar Heilsumálaráðið í morgun.

Tað er framvegis eingin, ið er innlagdur orsaka av korona.

Sí tøl her


Dagført 08.01

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder