Farið upp um milliónina

1.130.399 krónur komnar inn í landsinnsavningini higartil í kvøld

Við at stuðla kanst tú eisini vera við í lutakastinum um hendan bilin av slagnum Suzuki Swift

Við at stuðla kanst tú eisini vera við í lutakastinum um hendan bilin av slagnum Suzuki Swift

2020-11-15 21:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kemur nógv inn í kassan hjá Reyða Krossi í kvøld. Landsinnsavningin er í gongd, hesaferð sum sjónvarp, og nú er upphæddin farin upp um milliónina.

Nýggjastu tølini siga at 1.130.399 krónur eru komnar inn higartil.

Nógvar fyritøkur lata upphæddir.

Okkurt árið eru 1,4 milliónir savnaðar inn við bússunum, og vónin er at fáa meira inn í ár.

Sendingin sæst í sjónvarpinum, og á netinum her

Her sæst hvussu tú kanst stuðla

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder