Innanlands

6.b í Sankta Frans skúla vann fiskikappingina við Westward Ho

Kappingin "Á flot við Westward Ho" vardi frá 24. august til 6. september, og 6.b í Sankta Frans skúla fiskaði 58 fiskar, og Gabriel við Skipá fekk ein størsta fiskin, ið vigaði 12,8 kilo

2022-09-28 11:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Kappingin vardi frá 24. august til 6. september. Veðrið var ymiskt og sjálvandi var ikki altíð líka nógv at fáa. Tilsamans vórðu gjørdir 16 túrar. Úrslitið gjørdist eisini sera javnt. Flest fiskar fekk 6.b í Santa Frans skúla – flokkurin fekk 58 fiskar ein fyrrapart.

Borgarstjórin, Heðin Mortensen handaði steyp og segði, at hann enn heldur, at tað er ótrúliga stuttligt, at henda kappingin framvegis fær so góða undirtøku millum skúlarnar.

Tí á hesum túrum fáa næmingar høvi at royna seg á sluppdekki umborð á Westward Ho, sum taldist millum tær meira enn hundrað sluppirnar, sum komu til Føroya úr Onglandi fyri skjótt 150 árum síðan.

- Tað eru i veruleikanum bara tvær ordiligar sluppir eftir, Johanna TG326 í Vági og so Westward Ho, sum tit øll vita hevur merkið TN54.

- Endamálið við tiltakinum “Á flot við Westward Ho” er júst hetta, at næmingarnir í sætta flokki fáa samband við sjógvin, fáa eina fatan av siglingarsøguni, og at tey sleppa á flot.

- Nú eru enntá tilflytarar úr øðrum londum eisini farnir út at fiska við Westward Ho, bara fyri at læra eit sindur um føroyska mentan og søgu – og sjálvandi fyri at fáa eitt gott upplivilsi og fyri at koma at kenna fólk.

[object Object]

- Vit øll í Tórshavnar kommunu eiga sluppina, og nú tit í 6. flokkunum hava roynt hetta, so er at vóna, at tit koma umborð aftur eina aðru ferð, og at onkur tykkara um nøkur ár verður sluppvinur og fer við sum manning, tá skipað verður fyri túrum.

- Eg skal eisini at takka manningini á Westward Ho, sum eigur avgerandi leiklut í, at tað ber til at skipa fyri túrunum.

- Eisini ein tøkk til skúlarnar, sum hava meldað til, og takk til tykkum lærarar og onnur, sum hava verið við hesar túrarnar. Tórshavnar kommuna fegnast um, at tit nýta hetta høvið at fáa eitt sindur at vita um okkara stásiligu slupp og fara á flot við henni.

- Kappingin vardi frá 24. august til 6. september. Veðrið var ymiskt og sjálvandi var ikki altíð líka nógv at fáa. Tilsamans vórðu gjørdir 16 túrar.

- Úrslitið gjørdist eisini sera javnt. Flest fiskar fekk 6.b í Santa Frans skúla – flokkurin fekk 58 fiskar ein fyrrapart.

- Og har var tað eisini soleiðis, at tey eisini fingu størsta fiskin – tað var Gabriel við Skipá, sum fekk ein fisk, ið vigaði 12,8 kilo. (Klapp)

- Eg skal líka leggja aftrat, at kappingin var øgiliga jøvn, tí t.d. fekk Kollafjarðarskúli 57 fiskar – bara EIN færri enn Santa Frans, og Hoyvíkar Skúli fekk 55 – tríggjar færri, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder