Innanlands

64 tilburðir í 3.372 kanningum

Nýggjastu koronutølini eru nú kunngjørd, og staðfestast kann at tað er hægsta smittutalið síðani hósdagin. 642 eru nú smittað - tað eru framvegis fimm innløgd við koronu

Ógvuliga nógv verða kannaði fyri koronu í hesum døgum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Ógvuliga nógv verða kannaði fyri koronu í hesum døgum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-11-09 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kanningum í gjár, mánadagin 8. november, vórðu 64 tilburðir staðfestir. Talan var um heili 3.372 kanningar. 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu, skrivar corona.fo.

Les eisini: 
Fáa nú eisini sms-boð um positiva koronakanning

52 fólk, sum vóru skrásett sum smittað í gjár, eru ikki longur tað. Í løtuni eru 642 smittað.

Fimm eru innløgd, og seks eru deyð við koronu í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder