Innanlands

59.000 færri skamtir enn væntað koma til Danmarkar komandi vikurnar

Hetta er greitt sambært nýggju koppsetingarætlanini hjá Statens Serum Institut. Tað tykist eisini greitt, at tær mongu verandi avmarkingar í samfelagnum fara at vera galdandi allan februar

Heilivágsfyritøkurnar megna ikki at nøkta tørvin, so at ætlanin kann verða fylgd (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Heilivágsfyritøkurnar megna ikki at nøkta tørvin, so at ætlanin kann verða fylgd (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-01-28 15:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur als ikki gingið sum væntað við koronakoppsetingunum í flestu londunum í Evropa. Tað var annars bjartskygni, tá fyrstu mongu skamtirnir komu runt síðst í 2020 og fyrst í 2021, men síðani hevur tað víst seg, at ymsu fyritøkurnarnar ikki hava megnað at komið við nóg nógvum skamtum til ásettu tíðina. Tað hava verið ósemjur millum ES-londini og Pfizer/BioNTech og eisini við Astra Zeneca, ið er hótt við sakarmáli.

Les eisini: Svøríki er hildið uppat at gjalda til Pfizer/BioNTech
                 Fleir hjáarin eftir annað prikið

Í Danmark hava tey ásanna støðuna. Í dagførda yvirlitinum hjá Statens Serum Institut yvir koppsetingar fyrsta partinum av árinum stendur, at Danmark eftir fyrstu tveir mánaðirnar í ár fer at hava móttikið 503.790 skamtir. Tað eru 59.000 fleiri enn ætlað og væntað. Hædd er tikin fyri, at tað eru seks koppsetingar í hvørjum Pfizer-glasi - júst talið hevur ivi verið um í millum annað Svøríki eisini - og hædd skal eisini takast fyri, at hvør persónur skal koppsetast tvær ferðir. 

Avmarkingarnar halda fram

Hóast talið er lægri enn væntað, so væntar Sundhedsstyrelsen framvegis, at øll ið eru góðkend at fáa koppseting í Danmark hava fingið bjóðað tað, áðrenn fyrri helmingurin av árinum er av. Hetta skrivar TV2. Smittutølini eru eisini lækkandi, men kortini hava heilsumyndugleikar og serfrøðingar sligið fast, at nú er ikki tíðin at slaka. Orsøkin er, at bretska frábrigdið ger meira um seg, og smittutalið noyðist at vera lágt, og so nógv sum gjørligt ið eru í vandabólki skulu vera koppsett, tá tað verður tað "vanliga" slagið av koronu í Danmark, meta tey á Statens Serum Institut millum annað,

Í gjár skrivaðu vit, at Danmark verður helst ikki latið meira upp, og í dag skriva dasnkri miðlar, at koronaavmarkingarnar, ið hava verið galdandi alt ár, verða longdar fram til og við 28. februar - í løtuni eru tær galdandi fram til og við 7. februar. Hetta merkir, at komandi mánaðin verður tað mesta latið aftur í Danmark, fólk ið ikki noyðast at møta fysiskt upp til arbeiðis skulu ikki tað, og at næstan øll skúlagongd verður á alnótini. Tó er møguleiki fyri, at tey í 0. - 4. flokk sleppa í skúla aftur. Hetta skrivar TV2 seinnapartin. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder