Innanlands

527 mál um plátumiss latin løgregluni

Akstovan hevur heitt á løgregluna um at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-04-22 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki óvanligt, at løgreglan tekur nummarplátur, og nú eru 527 mál um plátumiss latin løgreglustøðunum kring landið. Tað er í dag, 22. apríl, at Akstovan hevur í dag latið løgregluni málini um vegskattaeftirstøður.

Hetta skrivar Akstovan á heimasíðu sínari.

Nú er tað upp til løgregluna at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2021.

Sambært Kringvarpinum hava bileigararnir fingið tvey áminningarskriv um eftirstøðu frá Akstovuni, og um eigarin ikki kann vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, so tekur løgreglan nummarspjøldrini av akfarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder