Innanlands

455 fólk vilja lesa á Setrinum

Samanlagt hava 365 fólk søkt inn til tær tíggju bachelorútbúgvingarnar, ið byrja eftir summarferiuna. 84 ynska at taka Masterútbúgving, og seks hava søkt inn á Hjánám. Freistin er ikki farin til allar útbúgvingarnar enn

1. juli vóru 455 umsóknir komnar til útbúgvingarnar á Setrinum, ið byrja í komandi mánaða (Mynd: setur.fo)

1. juli vóru 455 umsóknir komnar til útbúgvingarnar á Setrinum, ið byrja í komandi mánaða (Mynd: setur.fo)

2021-07-07 07:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá umsóknarfreistin var farin á midnátt 1. juli, hevði Lestrarskrivstovan fingið tilsamans 455 umsóknir um lestrarpláss á Setrinum.

Hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu sínari

Samanlagt hava 365 fólk søkt inn til tær tíggju bachelorútbúgvingarnar. Best umtókt eru sjúkrarøktarfrøði (79), læraraútbúgvingin (75) og útbúgvingin sum námsfrøðingur (68)   

84 ynska at taka Masterútbúgving - greitt tey flestu í "Leiðslu og Skipan" (48) - og seks hava søkt inn á Hjánám. Tær 455 umsóknirnar verða nú viðgjørdar, og tey, sum fáa tilboð um lestrarpláss, fáa boð frá Lestrarskrivstovuni í næstum. 

Fult yvirlit sæst á setur.fo

Freistin er ikki farin til allar útbúgvingarnar enn. Talan er um bachelor í maskinfrøði, har frestin er 1. august, umframt ískoytisútbúgvingar hjá lærarum og námsfrøðingum, sum er 15. august. Harvið verður endaliga umsóknartalið fyri 2021 ikki greitt fyrr enn eftir tað.

35 umsóknir eru eisini komnar til diplomútbúgvingina í føroyskum sum annað mál, sum er eitt serligt samstarv millum Mentamálaráðið og Fróðskaparsetrið, og sum ikki er partur av tølunum í samlaða yvirlitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder