Innanlands

450 skrásett sum smittað í løtuni

Talið av aktivum tilburðum lækkar alsamt. 51 fólk fingu staðfest smittu í 2.628 kanningum í gjár. Tað eru framvegis fimm, ið eru innløgd við koronu

2021-11-16 15:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

51 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í kanningum í gjár, 15. november. Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Hóast hetta er talið av smittaðum farið niður - úr 474 í 450 - tí 75 av teimum, ið vóru skrásett sum smittað í gjár, ikki eru tað longur.

2628 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.

Fimm eru innløgd, og tíggju eru deyð við koronu í Føroyum, upplýsir corona.fo. Hetta eru somu tøl, sum í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder