Innanlands

353 fólk koppsett á ellis- og røktarheimum í gjár

Átta prosent av íbúgvunum í Føroyum - beint yvir 4.000 fólk hava nú fingið fyrra prikið. Seks prosent eru liðugt koppsett

Tilsamans eru nú 7394 koppsetingar framdar í Føroyum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Tilsamans eru nú 7394 koppsetingar framdar í Føroyum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-03-04 15:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koppsetingarliðini hjá Sjúkrahúsverkinum vitjaðu aftur í gjár á ellis- og røktarheimum kring landið, og tilsamans vórðu 353 fólk koppsett. Av teimum fingu 26 fyrra prikið og 327 fingu seinna prikið.

Hetta skrivar corona.fo.

Tilsamans eru nú 7394 koppsetingar framdar í Føroyum. 4038 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. Hetta svarar til 8,0 prosent av fólkatalinum.

3156 hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett. Hetta svarar til 6,0 prosent av fólkatalinum.



Les eisini: Korona: Eitt ár síðani fyrsta tilburðin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder