Innanlands

340.000 sjúkrarøktarfrøðingar stuðla verkfallinum

Norðurlendskir sjúkrarøktarfrøðingar stuðla sínum starvsfeløgum í Føroyum

2020-10-20 19:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sygeplejerskernes Samarbejde i Norden hevur í brævi í dag boðað frá, at tey stuðla verkfallinum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og vísa sín fulla solidaritet við sjúkrarøktarfrøðingunum, ið eru í verkfalli. 

340.000 norðurlendskir sjúkrarøktarfrøðingar eru limir í felagnum, og hesir standa saman við okkum í stríðnum fyri at rætta skeivleikan.

- Tey vísa á, at rættvís løn og ordiligar arbeiðsumstøður eru avgerandi fyri at tryggja, at yrkið eisini framyvir er áhugavert at starvast í, sigur felagið fyri føroysku sjúkrarøktarfrøðingarnar.

Í løtuni eru umleið 50 sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi í verkfalli, og hósdagin seinnapartin fara 25 afturat í arbeiðssteðg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder