Innanlands

3,4 milliónir til Beran

Føroyingar lótu í kvøld stóra upphædd til felagsskapin Beran, sum hevði stóra innsavning í Kringvarpinum

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2023-03-05 22:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Berin hevur í kvøld skipað fyri innsavning í Kringvarpi Føroya í sambandi við at felagsskapurin er 20 ár. 

Tað eydnaðist at savna omanfyri tríggjar milliónir inn. 

Upphæddin var:
3.389.020 krónur.

- Fantastiskt. Eri eyðmjúk glað, og takksom, segði Odvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum.

- Hetta er virkuliga fantastiskt fyi Beran. Hetta fer at gera mun hjá Beranum. Vit kunnu hjálpa enn fleiri og vit fáa styrkt tilboðið vit hava og vit kunnu seta onnur átøk í verk, segði dagligi leiðarin.

Gjøgnum kvøldið vóru ymiskir vinningar avdúkaðir, og fleiri hepnir vinnarar vóru millum øll tey, sum valdu at stuðla. Stóra vinningin, sum var cruiseferð fyri tvey í 14 dagar, vann Jóna Rygshamar.

Tað ber framhaldandi at stuðla Beranum. Meira sæst um tað á berin.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder