Í desember vóru 378 fleiri í føroyska starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað árið fyri. Hetta er ein vøkstur á 1,3 prosent. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir fólk í starvi í Føroyum.
Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini hevur vøksturin verið viknaður.
Í desember vóru 30.564 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 378 starvsfólk, ella 1,3 prosent, fleiri enn desember árið fyri. Og fimm færri enn í juli í fjør, tá starvsfólkatalið var tað hægsta tað higartil hevur verið.
Í desember vóru góðir 15.600 menn og slakar 15.000 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 145, ella 0,9 prosent, fleiri menn og 233, ella 1,6 prosent, fleiri kvinnur enn í desember 2024.
Tvær tær størstu vinnugreinarnar eru "Heilsu- og almannaverk" og "Almenn umsiting og verja", sum báðar eisini høvdu ein vøkstur í starvsfólkaskara samanborið við desember árið fyri. Størsti vøkstur í tali í desember var í "Heil- og smásølu; umvæling av akførum" við 124 persónum.
Í byggivinnuni er talið hinvegin minkað, har tey vóru 98 persónar færri samanborið við sama mánað árið fyri. Hetta er ein minking á 3,6 prosent.
Flest í arbeiði hjá privatum arbeiðsgevarum
Meira enn helmingurin, 57 prosent, av starvfólkunum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði og restin, 43 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði.
Verður hugt eftir kynum hvør sær, er býtið tó eitt annað. Tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, meðan av monnum er tað bert fjórði hvør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald