Innanlands

28.100 løntakarar í juni

Tað er met fyri ein einstakan mánað og bert aðru ferð, at løntakaratalið fer uppum 28.000, sigur Hagstovan

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2022-07-13 08:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á løntakarum í juni var knappliga 28.100, og tað er met fyri ein einstakan mánað.

Sambært Hagstovuni er hetta bert aðru ferð, at løntakaratalið fer uppum 28.000. Seinast var í desember 2021.

Samanborið við juni í fjør vóru 550 fleiri í løntakaraskaranum í juni í ár – ein vøkstur á tvey prosent.

Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður. Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum undan koronufarsóttini, men nú tykist vøksturin at vera tiltakandi. Tað bendir trendurin á, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, skrivar Hagstovan.

Tá hugt verður at kynsbýtinum sæst, at 14.400 menn vóru í løntakaraskaranum í juni, meðan kvinnurnar taldu 13.700. Talan er um eini 300 fleiri menn og 250 fleiri kvinnur enn í juni í fjør.

Í juni høvdu 6,5 prosent løntakarunum eisini annan enn danskan ríkisborgaraskap. Í juni í fjør var parturin 5,2 prosent, og fyri 10 árum síðani høvdu 2,5 prosent av løntakaraskaranum annan enn danskan ríkisborgaraskap. Seinasta árið er talið á løntakararum uttan fyri Evropa vaksið, og eru teir nú 3,2 prosent av løntakaraskarnum. Sama mánað í fjør vóru teir 2,3 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder