Innanlands

2.661 negativar kanningar á rað

Nú eru næstan 9.000 koronakanningar gjørdar í Føroyum - næstan ein mánaði er síðani seinasta staðfesta tilburðin

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-05-19 11:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heldur ikki í gjár var nøkur koronakanning positiv. 68 kanningar vórðu gjørdar, og allar vóru negativar. 

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. Seinastu tilburðirnir vórðu staðfestur 23. apríl.

Samanlagt eru nú 8.931 kanningar gjørdar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder