Innanlands

266 nýggj lesandi byrjaðu á Setrinum í morgun

Innleiðsla á Fróðskaparsetri Føroya var í dag – 87 byrjaðu á Námsvísindadeildini, 61 byrjaðu á Søgu- og samfelagsdeilsini, 59 á Náttúruvísindadeildini, 46 á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og 13 byrjaðu á Føroyamálsdeildini

(Mynd: Johan Hansen/Setur.fo)

(Mynd: Johan Hansen/Setur.fo)

2022-08-22 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan níggju í morgun var fullsett í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, tá 266 nýggj lesandi møttu til innleiðsluna til lestrarlívið á Setrinum.

Chik Collins, rektari, bjóðaði teimum vælkomin, og umboð fyri Lestrarskrivstovuna greiddu frá um Setrið og tær stuðulstænastur, sum lesandi kunnu brúka, meðan tey lesa á Setrinum.

Av teimum 266, sum byrjaðu í morgun, eigur Námsvísindadeildin størsta partin av teimum, tí 87 teirra fara hagar at lesa. 61 byrja á Søgu- og samfelagsdeildini, 59 á Náttúruvísindadeildini, 46 á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og 13 fara á Føroyamálsdeildina, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna.

Eitt sindur av undirhaldi og klassiskum tónleiki var eisini á skránni í morgun, og síðani fingu tey nýggju lesandi høvi at vitja básar hjá stovnum, sum eru viðkomandi fyri lestrarlívið í breiðari merking. Her er talan um Studna, Landsbókasavnið, Ráð teirra lesandi, MFS og onnur.

Síðani fóru tey lesandi við sínum mentorum út á deildina, har tey skulu hava sína dagligu gongd. Deildirnar skipa fyri egnari innleiðslu, har mong tiltøk eru á skránni, sum skulu stuðla teimum lesandi at fáa eina góða lestrarbyrjan, skrivar Fróðskaparsetrið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder