Aftur nógvir koronutilburðir vórðu staðfestir í Føroyum í gjár. Í teimum 2007 kanningunum, sum vórðu gjørdar, vóru 23 positivir tilburðir.
Ein persónur var kannaður positivur við komu til Føroya, og ein við endurkanning dagin eftir komu. Hini 21 eru smittað í Føroyum. Í 19 førum er smittukeldan kend. Í tveimum førum er smittukeldan ókend.
Í løtuni eru sostatt 94 persónar positivir við koronu í Føroyum. Tá hetta talið var av tí mesta, var tað uppi á 147. Tað var aftaná ólavsøku í fjør.
401 fólk eru nú í sóttarhaldi, men talið á innløgdum er farið úr einum og niður á null. Tvey fólk eru staðfest frísk aftur eftir at hava verið positiv við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald