Innanlands

22 koyrdu ov skjótt

Ferðsluløgreglan gjørdi ferðamátingar í Norðragøtu í gjár

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2026-01-13 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðsluløgreglan skrivaði heili 22 mál upp á tveir tímar, tá ferðamátingar vórðu gjørdar á landsvegnum í Norðragøtu fyrrapartin í gjár.

Talan var um bilar, sum koyrdu við eini ferð millum 95 og 104 kilometrar um tíman.

Allir bilførararnir fingu bót, men tveir teirra fingu treytaða frádøming av koyrikortinum, tí talan var um bilførarar, ið nýliga hava fingið koyrikort, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder