Mentan

200 á G!

200 eru sætta føroyska navnið, ið verður kunngjørt í sambandi við Spæl Føroyskt vikuna

2023-03-11 10:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

–Bólkurin, ið á G! likamliggjørdi hugtakið "pappmasjefukkjúfingur" eru aftur. Føroya originali punkbólkur 200, hevur verið í upptøkuhølinum, og spælt inn plátuna "Reyvheart", ið sambært teimum sjálvum er júst tað.

– Tað verða trummur, bassur og gittari og grefligt kjaftaslit, akkurát sum fyrr, og vissi tú kemur her og sigur, at teirra argument eru for tunn, so koma teir eftir tær við pappmasjéfokkjúfingrinum, skriva fyriskiparar av G! festivalinum í tíðindaskrivi í morgun.

200 eru sætta navnið, ið verður kunngjørt í sambandi við Spæl Føroyskt vikuna.

– Hóast hetta er ein bólkur við 27 árum á baki, eru teir líka aktuellir sum nakrantíð, teir hava langt síðan rokkið endmálinum, ið var at vísa, at nútímans rokktónleikur kundi vera á føroyskum máli. Síðani hevur bólkurin framt hetta í verki, og flutt mørkini fyri hvat okkara móðurmál hóskar seg til – og ger tað enn. 

– 200 hevur framført í øllum norðurlondum umframt í Skotlandi og Sveis – og altíð á føroyskum. Ein ummælari hevur lýst ljóðið hjá 200 sum “In the Ghetto meets Motorhead as played by the Sex Pistols”.

– Teir tríggir Niels Arga Galán, Uni Árting og Mikael Blak siga um sína áttandu útgávu, at "Reyvheart" tekur táttin víðari, har Reytt pass slepti í 2016. Frá hartsláandi “Skamband” sum talar fyri seg og “Reyða tablett”, um hvussu líkasæl vit sum samfelag eru blivin, til meira bleyta og sensuella “Leðurhúsið”. “La familja” er um týdningin, at familjan og vinnan hava tað gott – so leingi tað er mín familja og mín vinna tað snýr seg um.

– Plátan hevur verið í gerð síðani í 2022, og 200 gleðir seg at framføra úr henni á G! Teir hava “glett seg síðan september”, siga teir. Vit gleða okkum eisini.

Skráin fyri G! telur sostatt nú donsku Jada, íslendsku Bríet, føroysku 200, Byrta, Anniku Hoydal, Høgna, Eivør, Marius Ziska, Marius DC og Brimheim, svensku Lucky Lo og finsku Irene.

Í morgin verður enn eitt navn avdúkað. Tað verður tað seinasta føroyska navnið, sum verður avdúkað í hesum umfarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder