Í desember 2025 vóru 19.848 húski í Føroyum. Hetta er 261 fleiri enn fyri einum ári síðani, svarandi til ein vøkstur á 1,33 prosent.
Hetta hóast tað í nógv teimum flestu húskjunum einans búgva eitt fólk.
Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni vísa, at tað búðu eitt fólk í 5.435 húskjum. Í 5.000 húskjum búgva 2 vaksin uttan børn og í 2.745 búgva 3 ella fleiri vaksin uttan børn.
At vegasambandið hevur ávirkan á fólkatalið og talið av húskjum, verður eisini prógvað í hesum nýggjastu kanningunum.
Hagtølini vísa, at í Sandoynni eru nú 15 húski fleiri enn fyri einum ári síðani – hetta svarar til ein vøkstur á 3 prosent. Í hinum økjunum var lá vøksturin á umleið 1,5 prosent.
Tó ikki í Suðuroy. Har minkaði talið av húskjum úr 1.791 til 1.782 – ein minking á eitt hálvt prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald