Innanlands

18 milliardir krónur til donsku minkaalararnar

Danska stjórnin hevur gjørt semju um endurgjald

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-26 08:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minkamálið gerst dýrt fyri Danmark. Í gjár varð funnin fram til eina semju um endurgjald donsku minkaalararnir, sum vórðu álagdir at drepa allan tann danska minkastovnin, tá eitt brigdi av koronasmittu millum minkar vísti seg at kunna gerast ein hóttan móti vaksinuætlanini.

Í gjár gjørdi danska stjórnin eina semju við flokkarnar Venstre, De Radikale, SF og Liberal Alliance, sum inniber at stjórnin skal rinda millum 15,6 og 18,8 milliardir krónur aftur til donsku minkaalararnar.

Áðrenn endaligi kostnaðurin kann staðfestast, skal gerast ein meting um tapið hjá hvørjum einstakum av teimum umleið túsund minkagarðunum, sum vóru í Danmark. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder