Mentan

111 góðir dagar – nýggjur føroyskur spælifilmur í biografinum

Filmurin snýr seg um tveir menn, sum blíva við at hittast undir margháttligum umstøðum. Tað vísir seg spakuliga, at teir eru samantvinnaðir av onkrari hægri megi, sum teir ikki skilja. Talan er um ein svartan skemtifilm, ið m.a. viðger yvirgangin frá ungdómi til vaksnamannalívið – Trygvi Danielsen hevur skrivað og leikstjórnað

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-07-24 10:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Spælifilmurin "111 góðir dagar" er byrjaður at ganga í Havnar Bio.

Talan er um ein film á 95 minuttir, sum snýr seg um tveir menn, sum blíva við at hittast undir margháttligum umstøðum. Tað vísir seg spakuliga, at teir eru samantvinnaðir av onkrari hægri megi, sum teir ikki skilja. Talan er um ein svartan skemtifilm, ið m.a. viðger yvirgangin frá ungdómi til vaksnamannalívið.

Nógv kend andlit eru við í filminum, høvuðsleikarar eru Búi Dam, Torkil Tórgarð, Mariann Hansen, Annika Hoydal og Kjartan Hansen.

Trygvi Danielsen hevur skrivað og leikstjórnað filmin, sum Pætur Marjunarson Dahl hevur framleitt í samstarvi við KVF.

Í samrøðu við Blaðið Vikuskifti í desember, hevði leikstjórin m.a. hetta at siga um filmin:

– Eg havi skrivað filmin útfrá mínari kenslu av, hvussu tað følist at búgva í Havnini – í Føroyum sum heild, men serliga í Havn, tí tað er har eg eri frá.

– Eisini havi eg skrivað filmin útfrá, hvussu tað kenst at vera í 20unum og at koma inn í seinnu helvt av 20unum. Hvussu einsligt tað verður, bæði tí at har eru fá fólk, sum tú kennir í tí aldursbólkinum, men eisini tí tað er einsligt at blíva vaksin, at skula taka ábyrgd og alt tað, sum hoyrir við. Tað er eitt sindur ein granskan av mínari uppliving av Havnini.

"111 góðir dagar" varð frumsýndur fríggjakvøldið, og sambært heimasíðuni hjá Havnar Bio kann filmurin síggjast í kvøld, sunnukvøldið, mánakvøldið, og týskvøldið.

Omanfyri sæst ein brellbiti av filminum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder