Innanlands

11 matstovur upptiknar í Den danske Spiseguide

Den danske Spiseguide heiðraði teimum bestu matstovunum í Føroyum í dag

Umboð fyri heiðraðu matstovurnar. Frá vinstru Hotel Hafnia, Simmer Dim/Munkastova, Koks, Katrina Christiansen, Fútastova, The Tarv, Ræst og at enda John Mikkelsen, matstovuleiðari heima í Havn við fýra heiðursbrøvum, Áarstova, Barbara, Etika og Bitin (Mynd: Sverri Egholm)

Umboð fyri heiðraðu matstovurnar. Frá vinstru Hotel Hafnia, Simmer Dim/Munkastova, Koks, Katrina Christiansen, Fútastova, The Tarv, Ræst og at enda John Mikkelsen, matstovuleiðari heima í Havn við fýra heiðursbrøvum, Áarstova, Barbara, Etika og Bitin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-28 19:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska mastovuvinnan – í hvussu so er tann í Havn – hevur eitt høgt støði.

Hetta varð staðfest í dag, tá 11 ymsar matstovur vórðu heiðraðar við serligum skreytblaði at hanga upp í matstovuni.

Tað er Den danske Spiseguide, sum letur henda heiðurin. Og hetta merkir, at tær 11 matstovurnar, tær eru í Havn, umborð á Norrønu og Frammi við Gjónna, verða umrøddar í bókini við umleið 300 teimum bestu matstovunum í kongaríkinum.

Tað er danski matkennarin, Bent Christensen, sum síðan 1978 hevur givið út hesa vegleiðing og ummæli av bestu matstovunum í ríkinum.

Tá Bent Christiansen byrjaði, kom Michelin og aðrir altjóða matummælarar ikki nærhendis donskum og norðurlendskum køkum. So er ikki longur, men hann hevur kortini trúliga givið sína guide út.

Vanliga verður skipað fyri einum galladøgurða á einari matstovu um heystið, men tað kundi ikki lata seg gera í ár.

Tí var stig tikið til at skipa fyri einum serligum lítlum handanartiltaki á matstovuni Húsagarði á Hotel Brandan seinnapartin í dag. Stigtakarar vóru Johan Mortensen og Gutti Winther saman við Svein í Heiðunum, tænastuleiðara hjá Smyril Line.

[object Object]Karin Visth, matstovuleiðari og víntænari á Koks (Mynd: Sverri Egholm)

Tær 11 matstovurnar eru:

Upptiknar í Den danske Spiseguide: Ræst og Fútastova, Heima í Havn.

Heiðrað við “Kniv & Gaffel”, sum eru fyri matstovur, ið hava “ein áhugaverdan køk við góðum prísi/góðsku”: Hotel Hafnia og Etika.

Ein stjørna verður givin fyri matstovum, ið borðreiða við mati og drekka á einum støði, sum er oman fyri danskt miðal. Matstovan Katrina Christiansen fekk henda heiðurin.

Tvær stjørnur verða givnar fyri  matstovur, ið veita eina avbjóðandi og spennandi uppliving við góðari tænastu og vegleiðing. Tvær stjørnur fingu: Barbara Fishhouse og Áarstova. Barbara Fishhouse var eisini millum tær tilnevndu til ársins fiskamatstova 2020. Eisini Bitin og Simmer Dim umborð á Norrønu, sum í næstum skiftir navn til Munkastova, vórðu heiðraðir við tveimum stjørnum sum smyrjibreyðs- og “frokost”-matstovur. Simmer Dim var eisini millum tær tilnevndu til at gerast Ársins Smyrjibreyðsmatstova 2020

[object Object]Matstovuleiðarin á The Tarv og "Ársins kjøt-sommelier", Wi Ounsa (Mynd: Sverri Egholm)

Tríggjar stjørnur verða givin matstovum har tað altíð er trygd fyri mati, drekka og servering á hægsta stigi. Tríggjar stjørnur fekk The Tarv. Harafturat var matstovuleiðarin Wi Ounsa eisini kosin Ársins kjøt-sommelier 2020.

Endiliga er tað Koks frammi við Gjónna, sum er í eisnum flokki fyri seg millum føroyskar matstovur. Koks verður flokkað EEE, sum í Den danske Spiseguide stendur fyri Europa Exclusive Elite, og er sostatt bólkað millum tær fáu matstovurnar, ið verða mettar eins høgt og áttu tær tríggjar stjørnur hjá Michelin.

Efturat EEE, varð  matstovuleiðarin, Karin Visth, eisini millum tey tilnevndu til Ársins Sommelier (víntænari) 2020. Á serliga rating-listanum yvir dygdina á vínkortinum, fær Koks 32 av 35 møguligum stigum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder