Loksins er tað eydnast at fáa so mikið av fólki savnað á ein uppstillingarlista, at val til eldraráðið í Tórshavnar kommunu kann haldast.
Fimm fólk og fimm eykafólk skulu veljast til eldraráðið. Tá upprunaliga freistin at stilla upp var farin, vóru einans átta fólk komin á listan, og tí mátti freistin leingjast.
Nú eru so 11 fólk komin á uppstillingarlistan. Valbæri og atkvøðurætt hava allir borgarar í kommununi, sum eru farni rum tey 60 árini. Sjálvt valið fer fram við brævatkøðugreiðslu.
Tey 11 uppstillaðu eru hesi:
Bjørghild Djurhuus
 Birgit Hansen
 Ingrid S. Henriksen
 Katrin Holm
 Turið Holm
 Julianna Klett
 Eyrith Guttesen Leyni
 Marin Rasmussen
 Petur Rouch
 Ingigerð á Trøðni
 Robert Vilhelmsen
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald