Uttanlands

100 ára gamal maður skal fyri rættin fyri dráp undir 2. heimsbardaga

Maðurin tænti sum vaktur í konsentratiónsleguni Sachsenhausen nærindis Berlin undir krígnum

Sachsenhausen-konsentratiónslegan (Mynd: EPA)

Sachsenhausen-konsentratiónslegan (Mynd: EPA)

2021-08-02 09:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 100 ára gamal maður í Týsklandi skal í heyst fyri rættin fyri at hava verið við til at drepa 3.500 fólk undir 2. heimsbardaga. Í trý ár undir krígnum var hann nevniliga vaktur í konsentrationsleguni Sachsenhausen norðanfyri týska høvuðsstaðin Berlin.

Uml. 200.000 persónar vórðu koyrdir í leguna, og uml. 20.000 av teimum vórðu dripnir undir krígnum.

Tann nú 100 ára gamli maðurin tænti sum vaktur í tíðarskeiðnum januar 1942 – februar 1945. Tá var hann fyrst í 20unum, og í oktober, meira enn 76 ár eftir, at kríggið endaði, skal hann fyri rættin fyri brotsverk, sum hann skal eitast at hava framt undir krígnum, skrivar Ritzau.

100 ára gamli maðurin er tó langtfrá tann fyrsti fyrrverandi fangavørðurin, sum seinastu árini er koyrdur fyri rættin fyri brotsverk, sum vórðu framd fyri langari tíð síðani.

Eitt nú í 2011 varð ein fyrrverandi vaktur í konsentratiónsleguni Sobibor dømdur, og hesin dómurin slóðaði fyri, at onnur, sum høvdu arbeitt í legunum, eisini vórðu koyrd fyri rættin – eisini hóast tey ikki neyðturviliga høvdu luttikið í nøkrum av drápunum.

Seks milliónir fólk vórðu dripin undir Holocaust undir 2. heimsbardaga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder