Uttanlands

10 milliónir dollarar til verkætlanir í Grønlandi

Amerikanski menningarstovnurin USAID fer at lata tvær milliónir dollarar um árið fram til 2026 til verkætlanir, ið gagna samstarvinum millum londini

Pelle Broberg, landsstýrismaður, saman við Margot Ellis frá amerikanska menningarstovninum USAID (Mynd: Naalakkersuisut)

Pelle Broberg, landsstýrismaður, saman við Margot Ellis frá amerikanska menningarstovninum USAID (Mynd: Naalakkersuisut)

2021-09-16 12:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grønland og USA gjørdu í gjár eina milliónaavtalu, galdandi fyri komandi fimm árini.

Avtalan tryggjar tvær milliónir dollarar um árið til økt samstarv, sum skal koma Grønlandi til góðar, skrivar KNR.

Tilsamans er talan um eina avtalu upp á 10 milliónir dollarar. Talan er um pengar, sum koma frá amerikanska menningarstovninum USAID, United State Agency for International Developement.

Hesum boðaði grønlendska landsstýri, Naalakkersuisut, frá í tíðindaskrivi í gjár.

Tað var landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, vinnu-, handils- og veðurlagsmálum, Pele Broberg, sum skrivaði undir USAID-avtaluna við amerikansku stjórnina.

USA hevur í tveimum førum sett pengar av fyri at styrkja samstarvið við Grønland. Í apríl í fjør oyramerkti USA 12,1 milliónir dollarar til verkætlanir, ið skulu styrkja samstarvið.

Í juli í ár kundi amerikanski konsulin í Nuuk, Joanis Simon, fortelja grønlendska kringvarpinum, at amerikanska kongressin hevði sett pengar av til verkætlanir, til at styrkja bondini millum USA og Grønland. Talan var um 10,4 milliónir dollarar. Tað eru ymiskir stovnar í amerikansku stjórnarumsitingini, eitt nú USAID, sum umsita pengarnir, ið eru settir av til verkætlanir í 2021, skrivar NRK.

Tað nýggja nú er, at USAID letur tvær milliónir dollarar um árið heilt fram til 2026.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder