Innanlands

- Vit tola als ikki hesa viðferðina

Soleiðis skrivar Javni í áheitan til partarnar í sáttmálatrætuni, um at seta seg saman og tryggja eina haldbara loysn, ið eisini skal tryggja, at fólk sum bera brek ikki skulu brúkast sum jarnbrot framyvir

- At Almannaverkið bert hevur fingið nøkur heilt fá undantøk ger støðuna hjá okkara limum sera, sera ringa og merkist í ólukkumát. Her sæst Fía Petersen, forkvinna í Javna, til 50-ára halið hjá felagnum fyri stuttum (Mynd: Jens Kr. Vang)

- At Almannaverkið bert hevur fingið nøkur heilt fá undantøk ger støðuna hjá okkara limum sera, sera ringa og merkist í ólukkumát. Her sæst Fía Petersen, forkvinna í Javna, til 50-ára halið hjá felagnum fyri stuttum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-15 14:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er enn ein staðilig áheitan á tykkum um at seta tykkum saman, ongantíð ov skjótt. Finnið BEINANVEGIN eina virðiliga og langsigtaða loysn, sum eisini tryggjar, at fólk sum bera brek, ikki skulu brúkast sum jarnbrot framyvir. Brekøkið tolir als ikki hesa viðferðina!

Soleiðis skrivar Javni í skrivi, ið varð sent til Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og Føroya Pedagogfelag í gjár. Har verður víst á, at fáu undantøkini gera tað ógvuliga torført og ørkymlandi hjá teimum, ið eru rakt og varð av.

- At Almannaverkið bert hevur fingið nøkur heilt fá undantøk ger støðuna hjá okkara limum sera, sera ringa, og merkist í ólukkumát. Fleiri foreldur eru biðin um at taka síni “børn” heim til sín. Sum foreldur gert tú sjálvandi tað, hóast uppgávan er møtumikil. Talan er í fleiri førum um vaksin fólk, sum hava fjølbrek og stóran røktartørv, og fleiri av foreldrunum eru komin langt upp í árini. Hví hesi fólk ikki hava fingið undantøk er ein gáta, men soleiðis er veruleikin.

- Tey, ið eru tvangsflutt úr sínum trygga heimið, skilja í fleiri førum ikki støðuna, og hví hetta skal raka tey, ferð eftir ferð. Henda óvæntaða støðan ørðkymlar. Vit vita tíverri frá undanfarnu verkfallsstøðum, at nakrir borgarar tola støðuna so illa, at tey fáa sálarligt órógv, steðga upp ella fara aftur í menning, ella blíva harðlig móti sínum nærmastu í sínum máttloysi. Slíkt tekur langa tíð at rætta upp aftur.

Javni skrivar, at tey avvarandi ikki megna hesa støðuna leingi, og at tað serliga gongur tað út yvir tey, har “børnini” hava tyngstu avbjóðingarnar - tey sum mugu vera um síni alt døgni. Eisini verður víst á, at í grannalondum okkara kemur slíkt ikki fyri, tí partarnir í friðartíð avtala seg til karmin um eitt møguligt verkfall. Veandi støðan verður skýrd sum sera primitiv.

Limirnir hjá Javna verða ferð eftir ferð brúktir sum jarnbrot í einum stríði millum partarnar, og hóast vart hevur verið gjørt við, at hetta skal ikki koma fyri, so er einki hent, skrivar felagið, sum vónar at komið verður á mál í við at politiskt geva loyvi til fleiri undantøk, men slær fast at tað besta hevði verið, at samráðingarnar vórðu tiknar upp aftur. 

Skrivi við yvirskriftini "Vit tola als ikki hesa viðferðina" endar soleiðis:

- Vit heita inniliga á partarnir um at fara aftur til samráðingar, loysa teir knútar, ið eru, og framtíðartryggja økið. Vit kunnu als ikki vera pedagogarnar fyri uttan, hvørki nú ella um 10 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder