– Vit eru ikki eitt íspetti. Vit eru eitt stolt fólkaslag.
Soleiðis sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur funnist at Grønlandi og kallað tað eitt "illa stýrt íspetti".
Les eisini: Trump: Grønland er eitt illa stýrt íspetti
Grønlendski landsstýrisformaðurin sigur, at grønlendingar eru góðir, altjóða borgarar við fullari virðing fyri sameindum teirra, og heldur hann tað vera umráðandi at varðveita verjusamgonguna Nato og virðing fyri altjóða lóg.
– Eg haldi, at øll sameind eiga at standa saman fyri at royna at varðveita tað. Eg vóni, at tað fer at henda, sigur hann.
Jens-Frederik Nielsen leggur afturat, sambært Ritzau og Reuters, at diplomatiskar samráðingar eru framvegis í gongd millum USA, Grønland og Danmark, og útihýsir hann ikki møguleikanum fyri øktum verjusamstarvi við USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald